Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Okkara uppfatan av einum vælferðarsamfelag er, at landið tekur sær av okkum, tá vit gerast sjúk.

Uppskotið um at broyta dagpening vegna sjúku rennur undan hesi meginreglu, tí nú vil landsstýrið senda rokningina til arbeiðsgevarar. Frá, at vinnan “bert” hevur rindað fyri 2 teir fyrstu sjúkradagarnar, vil landsstýrið við hesum uppskotinum áleggja vinnuni at rinda fyri 7 teir fyrstu sjúkradagarnar.

Landsstýrið sigur seg vilja spara 13 mió.kr. við uppskotinum. Hetta er ikki rætt, tí her verður einki spart, men henda stóra rokning verður send til arbeiðsgevarar.

Fyri arbeiðsgevarar kann uppskotið fáa álvarsamar avleiðingar, serliga fyri smáar fyritøkur.

Politikkur eigur at tryggja vinnuni góðar og støðugar karmar, men tað hevur sitandi samgonga ongan áhuga í.

Eisini er komið fram undir nevndarviðgerðini, at uppskotið kann fáa avleiðingar fyri fólk, sum av serligum orsøkum hava nógvar sjúkradagar. Sannlíkt er, at arbeiðsmarknaðurin fer at frávelja at seta hesi í starv. Hesar avleiðingar fara vit serliga at síggja, tá arbeiðsloysið aftur veksur.

Hetta er ikki einasta byrðan, samgongan leggur á okkara land og fólk.

Í hesumføri ein stór rokning til vinnufyritøkur, sum eisini fáa eina røð av øðrum byrðum frá landsstýrinum at rinda. Sitandi samgongan hevur eina rúgvu av avgjaldshækkingum og lítið skiljandi spariuppskotum. Bæði persónar og vinna standa fyri skotum.

Fyri persónar:
- Hækka bensin-og dieselavgjald
- Hækka brennioljugjald
- Hækka el-prísin
- Hækka kringvarpsgjaldið
- Minka stuðulin til avlamisbil
- Hækka egingjaldið á heilivág
- Tey allar lægstløntu fáa hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat velur samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr.í ár niður í 5.000 kr.næsta ár
- Sum einasti bólkur er samtykt, at lestrarstuðulin ikki skal prístalsjavnast í 2024
- Útvald siglandi skulu,sum tey einastu,ið arbeiða heimanífrá, missa frádráttir.
- Sjómannafrádrátturin skal skerjast
- Og frádráttir hjá útisiglarum skulu takast burtur

Men:
- Vælbjargaði skulu hava stóran skattalætta

- Akademikarar hava í krónum fingið dupult so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar og Yngri læknar fáa tríggjar ferðirso stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar

- Sendifólk skulu umframt serskipan av ovurstórari skattafríari viðbót fyri maka og børn, eisini hava barnafrádrátt

Fyri vinnuna eru rokningarnar stórar:
- 4-falding av toppskattinum á alivinnuna, sum longu hevur kostað 140 arbeiðspláss

- Munandi hækking av tilfeingisgjaldi á fiskivinnuna og teirra manningar, upp í 36% av landingarvirðinum, t.v.s.áðrenn hýrur og útreiðslur

- Revsitiltøk móti Russlandi, sum bara raka føroyska veitaravinnu og tað meint

- Hækka bensin-og dieselavgjald

- Hækka brennioljugjald á vinnuna úr 0 upp til 100 oyru/ltr.

- Hækka tungoljugjald

- Hækka el-prísin munandi á vinnuna

- Nýtt stórt avgjald á F-gass

- Vinnan skal rinda fyri 7 teir fyrstu sjúkradagarnar í mun til 2 nú

- Vinnan skal rinda størri part av løn til lærlingar, tá teir eru í skúla

Meirilutin heldur í trivnaðarnevndini heldur, at øll átøkini hjá landsstýrinum gera Føroyar til eitt samfelag, har munandi verri verður at reka vinnuvirksemi.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutini ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til ikki at samtykkja uppskotið.

Les uppskotið her.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Árni Skaale, Fólkaflokkurin
Johan Dahl, Sambandsflokkurin
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo