Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Gávurík børn fara í dag og í rmorgin at vísa síni kynstur í Margarinfabrikkini. Tá verður afturvendandi kappingin – sokallaða Talent - á skránni.

Seinastu átta árini hava nógv dugnalig børn tikið lut í Talent. Tá ið børnini kappast, er húsið altíð á tremur við spentum og stuðlandi áskoðarum í øllum aldri.

Kappingin gevur børnum ein pall, har tey kunnu royna seg og vísa síni serligu evni. Børnini skemta, syngja, ganga á hondunum, spæla ljóðføri og mangt annað.

Margarinfabrikkin bjóðar luttakarunum eitt trygt umhvørvi og samstundis vegleiðing í pallframførslu. Hetta er við til at menna teirra egnu førleikar. Fyriskipararnir leggja serligan dent á, at allir luttakarar fáa eina góða uppliving, so tey menna sjálvsálitið og gerast sjálvbjargin.

Børn úr øllum Føroyum í 3.-6. flokki taka lut.

Í fjør vann Rói Ólavsson. Hann sang All of me eftir John Legend.

Talent verður 4. og 5. mai 2017 í Margarinfabrikkini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo