Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Floksformenninir hava í dag verið hjá løgtingsformanninum og sagt, hvønn teir vísa á til at leiða samráðingarnar. Teir flestu vístu á formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, og hann sigur, at hann fer at tosa við fleiri flokkar longu í dag.

Framsókn kom í eina lyklastøðu á valinum seinasta hósdag, tí flokkurin nú hevur trý umboð, og við Kringvarpið sigur Ruth Vang at hon umframt at peika á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara, eisini ynskti sær eina samgongu við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Tað gera hon, tí hon vil sleppa undan blokkpolitikki í Føroyum.

Aksel V. Johannesen sigur, at hann fyrst fer at tosa við Sambandsflokkin um at gera eina samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Men hann ætlar sær longu í dag eisini at tosa við Tjóðveldi um møguleikarnar har.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo