Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vilja vit broytingar, og ynskja vit fleiri valmøguleikar – tað vóru spurningarnir, eg setti mær og kundi svara játtandi til, tá eg fyri nøkrum vikum síðan gjørdi av at stilla upp til komandi býráðsval á Tvøroyri og gjørdist ein av stigtakarunum til Lista F.

Fyrstu ferð, eg yvirhøvur hugsaði tankan um at stilla upp, var ein fríggjadag fyri stívliga einum ári síðan, tá eg var farin inn á heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu í onkrum ørindum og av tilvild datt á ein tíðindastubba um býráðsfundin, sum hevði verið dagin fyri – 28. september 2023.

“Nýggjar og jaligar tíðir á Tvøroyri”, ljóðaði yvirskriftin á stuttu greinini, og tað boðaði jú frá góðum við fyrsta eygnabrá. Men tá eg so las sjálvan tekstin, sum greiddi frá, at alt býráðið nú hevði skipað seg í ein valbólk, eina samgongu umfatandi allar býráðslimirnar, var tað, sum vaknaði eg við kaldan dreym. Tí knappliga stóð púra greitt fyri mær, hvat tað í veruleikanum var fyri ein kommuna, eg og familjan tvey ár frammanundan vóru flutt heimaftur til eftir at hava búð í 23 ár í Danmark.

Leinki til greinastubban er her

Eg sá nú, at øll henda togtoganin og tað til tíðir hatska stríðið, sum seinastu árini at síggja til hevði verið ímillum Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, eftir at Kristin var tveittur úr Javnaðarflokkinum, tað var alt samalt ein stórur sjónleikur. Nú var sjón fyri søgn, at ein atkvøða til Kristin allatíðina eisini hevði verið ein atkvøða til Bjarna og øvugt.

Eins týðuliga sá eg fyri mær, at blivu tað bara listarnir hjá teimum báðum á kommunuvalinum, sum nú stundar til, ja so fingu borgararnir í Tvøroyrar kommunu reelt onki at velja ímillum.

Ongin broyting fór at henda. Ongi stig fóru at verða tikin at fáa veruligt samstarv í lag ímillum kommunurnar í oynni. Ongin broyting fór at verða í Bú- og heimatænastuni. Og so framvegis. Men tað ringasta hevði helst verið, at ongin broyting fór at verða til tað betra í ringa umdøminum, sum kommunan hevur. Í kommunalu spurnakanningini, sum Kringvarpið gjørdi her fyri, helt fólkið í Tvøroyrar kommunu, at tann størsti trupulleikin hjá kommununi var vánaliga umdømið.

Kom ongin annar listi, so bleiv kommunuvalið á Tvøroyri bara enn eitt val millum teir somu valdsharrarnar, sum ikki hava aðra dagsskrá enn bara at sita á valdinum og kanska renna onkur ørindi fyri seráhugamál.

Eg sá fyri mær, at hetta lættliga kundi gerast framtíðin hjá kommununi tey næstu nógvu valskeiðini, um veljararnir ikki beinanvegin fingu ein veruligan valmøguleika. Tað hevði verið ein vanlukka, fingu teir ikki tað, tí vit á Lista F vita, at er tað nakað, fólkið her í kommununi hungrar eftir, so er tað valmøguleikar.

Tí her er ovmikið av átrokandi uppgávum at fara í holtur við.

Eitt nú vísti feska kommunukanningin hjá KVF, at Tvøroyrar kommuna hevur stórar trupulleikar á eldraøkinum, skúlin er ótíðarhóskandi, og skal hava eina umfatandi dagføring og umvæling, um nýggjur ikki skal byggjast, bygdirnar kring Trongisvágsfjørð skulu bindast saman við gongu- og súkklubreytum, so tað verður trygt hjá børnum at súkkla og ganga til og frá skúla og ítróttartilboðum, og kommunalu vegirnir treingja eisini til ábøtur og dagføringar. Listin er langur.

Sjálvur brúki eg nógva tíð uppá at koyra børn til og frá ymsu aktivitetunum, so eg veit, hvussu standurin er í so máta, og nøsin hjá mær kann eins og flest allar næsar kring fjørðin staðfesta, at kommunan ikki hevur lagt í at brúka nógva orku og tíð uppá at fáa kloakkviðurskiftini so nøkulunda í lagi – hetta má og skal raðfestast.

Øll hesi viðurskifti hava týdning, um kommunan skal verða eitt gott stað at búgva í, og tey hava eisini stóra og beinleiðis ávirkan á umdømið hjá Tvøroyrar kommunu – eitt umdømi, ið sum nevnt ikki hevur tað ov gott frammanundan.

Eitt annað, sum í ólukkumát eisini ávirkar umdømið hjá kommununi skeiva vegin, er óvirðiligi atburðurin, sum tey, ið vit hava valt at umboða okkum borgarar og kommununa, alt ov ofta sýna í almenna rúminum. Vit kunnu neyvan vænta okkum hepna hond at lokka barnafamiljur og nýggjar skattaborgarar til kommununa, tá vit sjálv javnan mugu sita og krympa tær í kollektivari skomm av okkara fólkavaldu kommunalu umboðum.

Primitiviteturin kennir til dømis ongi mørk, tá evsta valdið í kommununi í berari hevnisøku vísir barnagarðsbørnum úr aðrari kommunu durafjórðingin, bara tí tann kommunan aftraði seg við at leggja saman við Tvøroyrar kommunu.

Tey, ið bjóða seg fram at ganga í fremstu røð og umboða kommununa, skulu gera tað við tign.

Vit hava ikki ráð til at styggja fólk burtur við at gera tað øvugta. Hyggja vit at, hvussu fólkatalið og aldurssamansetingin hevur broytt seg í Suðuroy tey seinastu 25-30 árni, so er myndin alt annað enn vøkur.

Ein grafisk uppseting av fólkasamansetingini býtt í aldursbólkar í einum samfelag ella øki, kallast ein fólkapyramida, tí uppsetingin hevur júst skap sum ein pyramida, um talan er um eitt sunt samfelag. Yngstu aldursbólkarnir eru í botninum á pyramiduni, og er alt í lagi, so er hon breiðast har og smalkar so uppeftir.

Men fólkapyramidan fyri Suðuroynna hevur ikki longur skap sum ein pyramida. Verri enn so, tí í oynni eru líka so nógv eldri fólk sum ung. Harafturat er kynssamansetingin skeiklað, so at tað lutfalsliga eru væl færri kvinnur í burðarførum aldri enn menn í sama aldri.

Samanumtikið eru tað ov fá vaksin undir pensjónsaldri at rinda skatt at fíggja tørvin á vælferðartænastunum, samstundis sum ov fáar yngri kvinnur eru at halda føðitíttleikan á einum nøktandi støði.

Tí er tað alneyðugt, at vit frameftir megna at fáa fleiri kvinnur í burðarførum aldri at búseta seg í Suðuroynni – og tað er sanniliga eisini galdandi fyri Tvøroyrar kommunu.

At tað er lættari sagt enn gjørt, er mín egna familja eitt gott dømi um. Tá vit gjørdu av at flyta heim til Føroya aftur fyri trimum árum síðan, vildi kona mín Emilia helst, at vit búsettu okkum í Havn. Eg setti tó sum treyt fyri yvirhøvur at flyta heim aftur til Føroya, at vit skuldu búgva á Tvøroyri nær við ommur og abbar. Vit halda enn, at tann avgerðin var røtt, tí vit eru góð við Suðuroynna, og vit eru góð við Tvøroyri og Tvøroyrar kommunu.

Men skulu vit kunna verja ta avgerðina mótvegis synunum báðum, tá teir eru vaksnir, so mugu vit gera tað, vit yvirhøvur kunnu fyri at tryggja, at oyggin og kommunan hava eina framtíð eisini aftaná Kristin og Bjarna. Á Lista F eru vit seks djørv valevni, sum bjóða okkum fram at taka neyðugu tøkini og samstundis bjóða tær ein veruligan valmøguleika.

Arnfinn Bech
valevni fyri Lista F

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo