Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Skála skúla skúlaárið 2018/19 frá 1. august 2018 at rokna.
Nomi Jacobsen er 56 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.
Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Hon hevur síðstu tvey árini verið skúlastjóri í Vestmanna skúla.
Nomi avloysir verandi fyrstalærara, ið hevur fingið játtað farloyvi komandi skúlaár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo