Strúkur í vindi av vestri í morgin. Tað verður turrveður fyri tað mesta og hitin um 9 stig. Ímóti kvøldi minni vindur av útsynningi.
Týsdagin lot til frískan vind av útsynningi, samdrigið og hitin upp í 11 stig.
Mikudagin strúkur í vindi av vestri, smáskýggjað men turt og onkur sólglotti, hitin um 8 stig.
Hósdagin verður veðrið gott, smáskýggjað og turt og hitin 7-8 stig.
Fríggjadagin veksur hann sum frá líður vindin uppí ein strúk av útsynningi, tað fer at regna og verður heldur kaldari, niður í fýra stig.
Næsta vikuskifti kunnu vit vænta nógvan vind av útnyrðingi og tað verður kalt og fer at kava.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo