Ísrael, Egyptaland og USA samráðast í løtuni um treytirnar fyri at nógvir 100 lastbilar fullir av neyðhjálp til tey neyðstøddu í Gaza skulu sleppa inn í geiran við neyðhjálpini.
Korrespondenturin hjá DR í Miðeystri, Puk Damsgård, sigur, at trupulleikin er, at Ísrael vil hava Egyptaland at lata markið til Gaza upp, so fólk kunnu sleppa út og fáa neyðhjálpina. Men tað vil Egyptaland ikki.
Hildið verður, at fleiri amerikanskir statsborgarar eru ímillum gíslarnar í Gaza, og Joe Biden, forseti, hevur sagt, at USA ger alt sum tað kann fyri at fáa gíslarnar leysar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo