MEST: MEST hevur úr at gera við ymiskum uppgávum í dokkini, á bedingini og við bryggju á Skála.
Sandshavið er á bedingini og fær umfatandi yvirflatuviðgerð - við hátrýst vatnblásing, grundmáling og so endaligt har skipið verður málað. Somuleiðis verða minni arbeiðir eisini framd umborð. Somuleiðis er arbeiðsbáturin Tjaldurshella hjá SJH Divers úr Vestmanna á bedingini til sýn og vasking/máling.
Fagraberg er í dokkini til klassingar, motorarbeiði og vaska og mála botn - uppá lúnning.
Gøtunes liggur við bryggju og fær uppstiga RSW skipanina umborð og við sunnaru bryggju liggur tænastuskipið "Martin" hjá Bakkafrost til umfatandi umbygging. Skipið verður umbygt til smoltflutning.
Sum tað sæst á myndunum er MEST sætið á Skála eisini nýmálað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo