Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavn.fo: Hetta er nú vorðin føst siðvenja, at Reykjavíkar býráð sendir jólatræ úr Heiðmørkini uttanfyri Reykjavík til Havnar í november. Træið varð plantað í 1960 og siðvenja er, at borgarstjórin í Reykjavík undir lítlum hátíðarhaldi er við til at fella træið, sum Eimskip síðan flytir til Føroya. Samstundis verður træið til Austurvøll í Reykjavík felt.

Leygardagin seinnapartin tendraði jólatræið á tinghúsvøllinum. Anne Mette Greve Klemensen legði fyri. Síðan  bar Tórdis Lóa Tórhallsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, heilsu úr Íslandi, og aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu.

Hetta er níggjunda árið, at Havnin fær jólatræ sum gávu frá Reykjavíkar kommunu. Tað var í 2013, at Reykjavíkar býur á fyrsta sinni sendi eitt stórt jólatræ. Umboð fyri Reykjavíkar býráð hava verið til staðar á hvørjum ári, tá træið verður tendrað, undantikið í fjør, tá onki hátíðarhald var orsakað av koronastøðuni.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo