Miðskeiðis í juli 2022 verða sjónleikir og operaspøl við tilfari úr Sjúrðarkvæðunum og Niebelungenlied framførd i ti fyndargamla og søguríka miðaldarbýnum Worms, har burgundarar máttu lúta í árinum 436 fyri herjandi húnarum.
Skráin er long og fjøllbroytt, og tiltakið er av serliga forvitnisligum áhuga fyri føroyingar, tí tann talentaði sjónleikarin Olaf Johannesen luttekur.
Tað er stór litterer analogi millum okkara kvæði um Sjúrða, Brynhild og Gunnar, og so ta týsku versiónina um Siegfried, Brünhilde og Günther.
Worms er ein spennandi býur (80.000 fólk) tætt við Rhinen og altíð verdur at vitja.
Har er lýtt og sólarríkt, sum i øllum Rhinen-dalinum.
Økið verður ofta nevnt EysturBurgund, meðan tann vestasti parturin er franskur og kallast Bourgogne.
Virgar T Dalsgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo