Í Norra eru tað fleiri sum hava netkonsertir á Facebook, og í kvøld tjenti ein norskur tónleikari 200.000 norskar krónur, sum er met higartil.
Metið undan tí í kvøld var 120.000 norskar krónur, sum ein annar norskur tónleikari tjenti í gjárkvøldið.
Eisini í Føroyum hava verið nakrar netkonsertir. SMS hevur havt tríggjar konsertir á netinum og síðsta leygarkvøld hevði Hallur Joensen konsert úr stovu síni í Klaksvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo