Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyriskipararnir av Okkara Voxbotn boða í dag frá, at kendi danski rokkbólkurin Nephew verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni 30. juni komandi ár.


Nephew telist millum bestu og kendastu bólkarnar í Danmark, har bólkurin hevur selt yvir hálva millión fløgur, vunnið 9 Danis Music Award-heiðurslønir, 13 Gaffa-heiðurslønir og 5 P3-Guld heiðurslønir síðani teir sligið ígjøgnum í 2004.

Bólkurin hevur ikki verið á palli síðan á Smukfest í Skanderborg í 2014. Men nú hava teir so boðað frá, at bólkurin fer á pall aftur, har teir fara at spæla í Boxini í Herning og í Royal Arena í Keypmannahavn í oktober næsta ár. Og longu nú, eitt ár frammanundan, eru báðar konsertirnar útseldar.

- Vit kunnu ikki lata vera. Nephew er sum ein familja. Eftir at hava roynt ymiskt annað, sakna vit nú at spæla og hava tað stuttligt saman við familjuni aftur, sigur Simon Kvamm, forsangari í Nephew.

Men áðrenn stóru og útseldu konsertirnar í Danmark í oktober, koma Nephew hendan vegin at spæla á ársins konsertdegi 30. juni í Vágsbotni í Havn.

Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 byrjar í morgin kl. 16.00 í Power í SMS og á ebillett.fo. Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo