Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Tórunn Højgaard Ósá er sett í starvið sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya at byrja 1. januar 2018.

Tórunn hevur drúgvar royndir innan føroyska heilsuverkið, seinastu fimm árini sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á psykiatriska deplinum. Hon varð útbúgvin cand. scient. soc í 2010 á RUC og sjúkrarøktarfrøðingur í 2001 á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Hon hevur harumframt royndir sum undirvísari og próvdómari á sjúkrarøktarfrøðideildini.

Setanin merkir samstundis, at ískoytisskeiðið í sjúkrarøktarfrøði, sum varð útsett fyrr í ár, kann byrja í januar 2018.  Tey, sum søktu inn á ískoytisskeiðið í sjúkrarøktarfrøði í heyst, fáa í boði at taka skeiðið eftir nýggjár.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo