Byrjað var uttanfyri Frelsunarherin í Vági, har nógv fólk var savnað. Eftir sang og góð orð, fór stóra fjøldin vestureftir vegnum til Bethel. Í stóra túninum uttanfyri Bethel varð sungið, og søga varð lisin, meðan myndafrásøgn eisini stuðlaði søguni.
Síðani gekk leiðin vestur til Meinigheitshúsið, har byrjað varð við sangi, innan ymisk spøl vóru á skránni, og inni var kaffi og okkurt søtt at fáa.
Eftir at endað varð við Faðir Vár, fór fjøldin vestur til sonevndu Parkina við Sandin, har børnini fingu okkurt gott at sløkkja tostan við og okkurt søtt. Síðani hugnaðu fólk sær við sangi, spølum og práti, innan øll fóru hvør til sítt, eftir eina góða løtu hjá børnum og vaksnum í góðveðrinum í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo