Í dag varð skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, M/S Bakkafossur, kom á Glyvrar.
Dagurin varð hátíðarhildin við røðum, tónleiki og ábiti, og fólk fingu høvi at vitja umborð.
M/S Bakkafossur telist millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu. Skipið kann føra umleið 1.000 tons av livandi fiski og hevur fleiri ymiskar møguleikar at veita tænastu til alivinnuna, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi. Skipið er 109m x 22m til støddar og er útgjørt við hybrid-skipan, ið merkir, at diesel motorar saman við battaríum tryggja umleið 20% sparing í orkunýtslu. Skipið er harafturat fyrireikað til lætt at skifta til 100% grøna orkuloysn, tá slíkar eru til taks á marknaðinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo