Móttøka var í morgun, nú Gunnar Streymoy leggur frá sær sum leiðari í Svimjihøllini. Pr. 1. juli tekur Eyðun Húsgarð við sum nýggjur leiðari.
Á samkomuni í morgun greiddi Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá, at vit hava havt svimjihøll í fleiri enn 40 ár, men vit skifta ikki ofta leiðarar. Fyrst var Ivan, so Heri á Lava og so kom Gunnar.
Hann greiddi frá, at svimjihøllin hevur umleið 160.000 vitjandi um árið. Tann harða kjarnan eru tó morgunfrúurnar – vit hava sjálvandi eisini nakrar morgunmenn – og so er tað okkara trúfasta Havnar Svimjifelag.
Nú eru vit so komin hartil, at svimjihøllin er vorðin ov lít, vit byggja nýtt og vit ganga sera spennandi tíðum á møti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo