- Ein livandi legenda, javnur í árum við Bob Dylan, Mick Jagger og Keith Richards, eisini á “a never ending tour”, fær uppibornan heiður í heimbygdini í dag. Troubadoururin á trøðni. Jens Eli Ellefsen. Samanvovin úr ymisku brigdunum úr Rituvík og Miðvági. Úr eini niðursetubygd og eini gamlari bóndabygd, haðan nógvir úrmælingar í mentan og tjóðarlaðing hava sín uppruna, segði Tórbjørn Jacobsen millum annað í røðu síni.
Myndir: Jógvan Helgi Hansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo