Fyri løtu síðan lendi eitt privatflogfar við átta ferðafólkum í Sørvági.
Talan er um heimsstjørnuna Rag’n’Bone Man, sum við sínum fylgi á átta fólk er lendur í Føroyum.
Leiðin gongur til Gásadals at njóta náttúruna, áðrenn leiðir gongur til Gøtu, har bretska heimsstjørnan trínur á pallin klokkan 21.30.
Áðrenn konsertina við Rag’n’Bone Man verður dysturin, sum skal avgera HM lagnuna hjá Onglandi, vístur á stórskíggja.
Myndir: Tomas Galik
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo