Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Drotningin kom í gjár við tyrluni til Svínoyar. Løgmaður og borgarastjórin tóku ímóti. Har vóru eisini nógv fólk í bygdini sum veittraðu til drotningina. Hon var koyrd í gjøgnum bygdina.

Fyrst fór hon til minnisvarðan "Dropi í lívsins havi" sum Edward Fuglø hevur sniðgivið. Edward Fuglø greiddi drotningini frá um dropan og talvuna har nøvnini stóðu á.

Aftaná kom Heri prestur og settist við drotningini yvir av minnisvarðanum. Hann greiddi frá um Svínoyar søgu og skaðadagar í Svínoy.

Aftaná fór hon inn í dansistovan har Edward Fuglø hevur listaframsýning.

Drotningin og fylgi hennara vóru boðin til borðs á Gamlagarði. Dekkað var til 47 fólk, trý av teimum vóru Svínoyingar og restin var frá Klaksvíkar kommunu.

Í Svíni undrast tey yvir, at eingin sum var í minnisvarðanevndini ella staðbundnu nevndini varð boðin við.

Áðrenn Drotningin og fylgi hennara fóru avstað fóru tey ein biltúr eystur á Fugloyarháls. Veðrið var av tí allar besta og vitjanin eydnaðist sera væl, frætta vit úr Svínoy.

Her eru myndir frá degnum, sum Petur Asano hevur tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo