Musikkskúlin í Suðuroy hevur nú fingið nýggj venjingarhølir í Vágs Skúla.
Musikkskúlin í Suðuroy hevur seinastu árini hildið til í hølum í Framtíðini í Vági, men tá tann sáttmálin varð uppsagdur í fjør, varð gjørt av at flyta virksemi í Vágs Skúla.
Og hevur Vágs kommuna nú gjørt trý nýggj góð venjingarhølir í Vágs Skúla. Nú nýggj venjingarhølir eru gjørd, er eisini hædd tikin fyri ljóðdoyving, soleiðis at ljóðávirkanin frá einum rúmi til annað verður sum minst.
Vit eru sera glað um tað tilboðið, sum Musikkskúlin í Suðuroy bjóðar og tí hevur Vágs kommuna eisini øll árini raðfest, at Musikkskúlin skal hava góðar karmar, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.
Nú Musikkskúlin er fluttur í Vágs Skúla, so er eisini møguleiki at leggja undirvísingina soleiðis tilrættis, at børn og ung, sum ganga á Musikkskúla, kunnu fara beinleiðis úr skúlastovuni og til undirvísing, áðrenn tey fara heim.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo