Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Regin er av sera dugnaligari familju innan tónleikin, sum útgávan Momento sanniliga eisini ber boð um.

Ofta kunnu vit fáa eina ávísa frástøðu til “bara” lurti-/instrumentalan tónleik, men her eru vit vitni til sera lættan og frískan tónleik, sum fær meg at lurta eftir meir og liva meg inn.

Eisini eru temaini væl lýst í bóklinginum, tí eg fái hesa kenslu av, at Regin gjarna vil hava okkum á sína ferð gjøgnum ymsu viðurskiftini í lívinum.

Nógvar av frágreiðingunum er grípandi, sterkar og rørandi, tí eg fáa hesa sterku kensluna av einum artisti, sum ikki bara er artistur, men sanniliga hevur lagt sítt lív eftir at vera nakað fyri onnur og staðið har hann og familjan virka.

Tí fái eg hesa sterku kensluna av nærlagni og viljanum, at júst henda útgávan skal kunna geva eina kenslu av eini MOMENTO/løtu í friði.

Í sínum kristna gerningi í Italiu, er tað sjálvandi eisini ein reyður tráður gjøgnum útgávuna, at Regin ynskir at vísa á sín skapara – eisini í teimum mongu viðurskiftunum í lívinum, har familjan eisini hevur upplivað við- og mótgang. 

Útgávan er fylti við øllum tí, eitt slíkt verk skal hava og so hava produktiónin hjá Regini,  miksingin og mastringin hjá Óla Poulsen givið útgávani tað “finish´ið”, sum ger Momento til eitt satt tónleikaligt upplivilsi.

Ljóðið er rúmligt og dámi eg eisini serliga væl, tá ræddirnar og strúkararnir fyll upp, sum fær meg inn í eina sokallað “transu”, tí í tí komposatoriska partinum hevur Regin hegnisliga givið pláss fyri klassiskum dámi, sum eisini lyftir útgávuni upp á eitt altjóða støði.

MIA MAMMA
LA PRIMAVERA
FUOR D´ACQUA
NOAH´S PRAYER
BJARGAMENN
ELOI ELOI – mítt val í Kvørnini, tí lagið hegnisliga lýsir róp Kristusar á krossinum. Eisini væl sungið av Biritu Poulsen og super cellospæl hjá Onnu á Váli Guttesen.  
HEIDI´S THEME
BEGGAR´S WALTZ
OYGGJARNAR
PERCHÉ PERCHÉ
ONLY ONE ROSE
MINNIR UM BABBA
LITTLE PRINCESS
ASPETTANDO

Eg eri onga løtu í iva um, at Regin við Momento hevur lagt eitt av sínum størst verkum úr hondum nakrantíð, og at hann hevur havt hetta brennandi ynskið leingi, so hon fær 5 av 6 stjørnum frá mær!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo