G! Festivalurin: - Eg gleði meg ótrúliga nógv at sleppa at spæla so tætt við sjógvin. Eg havi ongantíð spælt so tætt við vatn fyrr, sigur MØ á tíðindafundi í Valhøll í kvøld.
- Um tað verður heilt vilt, so leypi eg kanska á sjógv, leggur hon afturat.
MØ gleðir seg at spæla á Gøtusandi klokkan 00.30 í nátt, og vit gleða okkum at fylgja við, um hon endar úti í sjónum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo