Tvøroyrar kommuna: Fríggjadagin 20. oktober 2017, skipaði Tvøroyrar Kommuna, saman við avvarðandi, fyri virðiligum minningarhaldi við Stórá til minnist um Bára Jespersen Olsen og Dánjal Jákup Nielsen, ið lótu lív í syrgiligu druknivanlukkuni við Stórá hin 13. februar 2007.
Liðin eru nú gott 10 ár síðan hendingina, ið situr so rimmarfast í minninum hjá tvørafólki. Tvøroyrar Kommuna reisti minnisstein, ið evnaríki trongisvingurin Rói Einarsson hevur staðið fyri at sn...iðgeva. Minnissteinurin stendur á júst tí staðnum, har vanlukkan hendi.
Ólavur Rasmussen, prestlærdur, segði nøkur vøkur orð og tveir sálmar vórðu sungnir – sálmar, ið eisini vórðu sungnir til jarðarferðina í 2007. Gott 80 fólk, familja, vinir, starvsfólk frá Útibarnagarðinum og avvarðandi myndugleikar, vóru vitni til kenslubornu løtuna, ið byrjaði í sirmi í heldur kalda heystarveðrinum.
Ímyndarligt var tað, at tað brádliga sleit í og sólin sá, tá brøðir Báru og Dánjal Jákup hálaðu hylkið av og avdúkaðu vakra minnissteinin, ið eisini hevur myndir av Báru og Dánjal Jákup á.
Á steininum stendur eitt vers úr vakra sanginum, ið Chris Jan Michelsen og konan, Poula, yrktu til jarðarferðina í 2007: “Áin sum so blítt kann teska, skiftir henda dagin ham, eingin miskunn kann teg leska, eingin hond tá við teg nam”. Sera vøkur og rámandi orð.
Áarbakkin, har vanlukkan hendi, vil nú í alla komandi framtíð verða halgaður minninum um Báru og Dánjal Jákup. Friður verið við minnið um Báru og Dánjal Jákup.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo