Minningarhald ber søgu og samtíð við sær;
tankarnir leita nær og fjar,
minnast virðiliga tey sum fóru,
óansæð hvørjir teirra upprunar vóru.
Minningin er tíðarbær blivin;
ikki altíð er grøvin grivin;
fleiri fingu ei egið stað,
men hvíla til sama einglalag.
Minningarhald sína siðvenju hevur;
av hvørjum einstøkum tað krevur,
ikki at taka lívið fyri givið,
brátt tað burtur kann verða rivið.
Minningin kann alheimsgerast,
til eisini tey, ið ikki eru allarkerast;
knýtan av minniligum friðarbondum,
sum gagna heimsins ymisku londum.
Henrik Weihe Joensen
1. november 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo