Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Síðsta blaðið í lívsbókini hjá Charles Jakobsen, her á fold, er lisið. Charles hjá elektrikarinum, sum vit flestu vanliga róptu hann.

Tá ein fær slík boð, fer ein at hugsa. Tað er ikki so langt síðan, at eg møtti honum í Bónus. Tá vardi tað meg ikki, at tað varð okkara seinasta samtala her á fold. 

Handil okkara “My Design” leigaði seg inn í kjallarin í gamla El-húsinum hjá Jóhannusi. Charles kom ofta á gátt í handlinum. Hann var ein sera fittur og smílandi maður. 

Hann tosaði ofta um bátar og bátahugna. Hann vísti mær tekningar og hevði nógv góð hugskot um, hvussu hann ímyndaði sær, at Runavíkin kundi verði á tí maritima økinum. Tað var sera áhugavert at hoyra hann siga frá. Sjálvur hevði eg ikki bát tá, men kundi gott fylgja honum. Kendi tað uttanlanda frá.

Í 2001 stovnaði Charles, saman við Klæmint Nónklett í Lamba, Bátafelagið á Bakka. Við stuðli úr økinum, fingu teir eitt felagshús upp. So nú vóru góðir karmar rundan um nýggja felagið. 

Eg loyvi mær at siga, at um Charles og Klæmint ikki sóu møguleikar við økinum tá, var tað nokk ikki komið so langt, sum tað er í dag. Eg haldi, at økið Á Støð inni á Bakka er vorðið ein eksotisk perla.  

Í 2013 vóru vit nøkur, sum høvdu keypt bát, ið møttu til fund í felagshúsinum á Bakka. Endamálið, hjá felagnum, var at royna at fáa eitt bátatiltak upp at standa í økinum. Hetta var Charles sera fegin um.

Felagið skipaði tá fyri einum báta- og campingtiltakið á Eystanstevnu.

Hetta er nokk ein tann besta Eystanstevnan, ið hevur verið. Suppa var í neystinum hjá Olivar og felagssangur í einum telti við síðuna av. Vit, ið skipaðu fyri, fingu eisini eitt gott vinarlag.

Í 2015 stillar Charles ikki uppaftur til nevndarvalið í Bátafelagnum á Bakka. 

Stóra takk fyri títt avrik á hesum maritima øki, vinurin. Hvíl í friði.

Jonhard Danielsen
formaður í Kongshavnar Frítíðarsiglarar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo