Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

f. 05.06-1931 – d. 28.06-2022

Tað var við stórari sorg at tað frættist, at Álvur, hóast høgan aldur ikki var millum okkum longur.

Hendan dagin kom tann stóra kvirran, tá sálin fór yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.

Hetta hendi hóast várið og summarið geva okkum vónina, um eina bjarta tíð, sólin lívgar foldina, fuglurin kemur aftur, og framtíðar vónin birtist aftur í sál okkara. Hvussu skarst? Hvat náddu vit, og hvat lótu vit liggja?

Um hetta sama mundi legði Álvur Zachariassen árarnar inn, og tíð hansara var komin.

Børnini syrgja ein góðan pápa, abbabørnini ein góðan abba, familja og vinir hava mist ein góðan vin.

Tann stóri skarin av fólki sum fylgdi honum á hansara seinastu ferð, er ein vitnisburður um sorgina, sum nívir okkum øll.

Onkursvegna varða vit av, sum familja, vinir og ikki minst sum borgarar í hesum landi.

Nærumhvørvið har hann búleikaðist alt sítt lív hevur nógv at takka honum fyri.

Hann var sonur Mariu, f. Henriksen og Símun Petur Zachariasen, sum í nógv ár var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Álvur var giftur við Korintu, f. Heinesen úr Klaksvík. Hon andaðist í 2009. Tey fingu fýra raskar synir.

Lívsleiðin hjá Álvi byrjaði á sjónum, og í 1957 fekk hann sær útbúgving sum skipsførari. Hann starvaðist sum yvirmaður í reiðarínum Lauritzen árini 1955 til 1964, og yvirmaður hjá Skipafelagnum Føroyar frá 1964 til 1971, og síðani lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla frá 1972 til 1998.

Álvur hevði stóran áhuga fyri politiskum viðurskiftum. Hann stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Býráð í 1980 og var valdur, og sat sum býráðslimir til 1996.

Hansara stóri áhugi var at menna Klaksvík á øllum økjum, og eitt av hjartamálum hansara vóru havnaviðurskiftini, og leikluturin hjá honum í nærumhvørvinum eigur ongantíð at verða gloymdur.

Hann eigur at fáa rúmd og pláss tá lokala søgan verður skrivað.

Á landspolitiska økinum gjørdi hann eisini vart við seg. Hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin á Føroya Løgtingi frá 1994 til 1998. Hann var m.a. limir í Fíggjarnevndini, Vinnunevndini og Landbúnaðarnevndini.

Hin upprisni var ikki bara við Álvur gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini tá tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.

Sorgin og saknurin er stórur hjá tykkum Árna, Marner, Símun Petur og Kristian Eli, abbabørnum og vinum.

Í takklæti lýsa vit frið yvir minni um Álvur Zachariassen. Hvíl í friði.

Sámal Petur í Grund,
Formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo