Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Seinasta hósdag fingu vit boðini um, at Símun Abrahamsen úr Fuglafirði var farin 78 ára gamal.

Nú hansara fjørður var rógvin, drýpa eisini vit í Javnaðarflokkinum høvur, nú hesin trúgvi partamaður okkara hevur lagt árarnar inn.

Símun var føddur í Fuglafirði í 1939 sonur Alexandur  og Thurid Abrahamsen. Hann var triðelstur av fimtan systkjum.

Pápin Alexandur var ættaður úr Oyndarfirði, men vaks upp á Trøðni í Fuglafirði, og mamman Thurid var dóttir Óla á Bakkanum úr Fuglafirði.

Alexandur var kavari ella dúkkari, sum tað eisini nevndist, og varð ikki vanliga nevndur annað enn Dúkkarin.

Tá Símun var komin til mans, fór hann eisini at arbeiða sum kavari eins og pápin.

Hetta starvið hevði hann í mong ár, har hann var við í mongum havnabyggingum kring landið.

Seinni var hann sum arbeiðsmaður við í fleiri øðrum byggiarbeiðum og arbeiddi eisini innan smiðjufakið. 

Símun giftist við Fríðhild Djurhuus sunnan úr Hvalba, og saman fingu tey fimm børn.

Í tí heimliga umhvørvinum var Símun ein sera virkin maður.

Eldhugaður sum hann altíð var, so var hann við til at seta á stovn Fuglafjarðar Sløkkilið og var virkin har í meira enn 40 ár.

Men hann var eisini ein eldsál innan Eysturoyar Eystara Bjargingarfelag og innan Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg.

Alt hetta arbeiði vísir ein mann við stórum vilja til at koma fólki til hjálpar, tá okkurt var áfatt, og samsvarar hetta eisini sera væl við grundleggjandi hugburðin hjá Símuni. 

Uppvaksin í stórum barnaflokki og við áhuga fyri sínum medmenniskjum, so var Símun skjótt eisini eldhugaður í, hvussu samfelagið annars mentist.

Tí var tað eisini skjótt, at hann gjørdist sera virkin bæði innan fakfelagsrørsluna og politiskt.

Símun var, eins og pápin hevði verið, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag.

Ikki óvæntað lá javnaðarhugsjónin ikki Símuni fjart.

Hann gjørdist ein av floksins sera trúgvu stuðlum øll árini.

Hann sat sum formaður og nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag, og varð hann valdur inn í býráðið í Fuglafirði og var eisini valevni til okkurt løgtingsval fyri flokkin.

Flokkurin minnist Símun sum ein sera positivan og vælviljaðan mann.

Hann og konan Fríðhild møttu trúgv upp til fundir í flokkinum, og altíð hevði Símun ein framburðsrættaðan og konstruktivan boðskap.

Nú hann er farin, so senda vit konuni og børnum og familjuni okkara djúpastu samkenslukvøðu.

Við takksemi lýsa vit frið yvir minnið um trúgva javnaðarmannin Símun Abrahamsen.

Javnaðarflokkurin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo