Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Komu at kennast stutt eftir at Sólvá og Petur í 1973 fluttu heim úr Danmark eftir lokna útbúgving til byggifrøðing í Horsens. Ung, sum vit vóru og børnini smá, komu vit sum familjur ofta saman til prát og hugna.

Samstarvið byrjaði hjá E. Phil & Søn í Hornabø, ið var meginbyggifelagið í landinum tá. Rembingartíðir vóru kring allan býin. Nýbyggingin av hospitalinum í gerð. Meginvíðkanin av eystur- og vesturmolanum stóð í hálvum gekki. Nýggjar útstykkingar framdar - ikki minst tær stóru í Hoyvíkshaganum.

Hoyvíkshagin er nú eftir nøkrum árum vorðin “næststørsti býur” í landinum, og ein virðismikil og enn óskrivaður partur av nýggjaru søgu býarins.

Tað var Karstin Rasmussen, rokaligi stórin í Jarðarráðnum (sum tað tá æt), ið tók fyrsta stigið í Hoyvík, og sum bleiv prosjekterað, kostnaðarmett og framt av byggifelagnum E. Pihl & Søn undir einum.

Tórshavnar kommuna lá tá innibyrgd av Tórshavnar Uttanbíggjar kommunu, og høvuðsstaðurin var trongdur av plásstroti og hækkandi húsaprísum.

Samtaksdreymur jarðarráðsins stóð hinvegin til at fremja felags mjólkar- og sláturvirki fyri landið við sølu av almennari jørð, metti eitt samt ráð og stjórn. Fjøltáttaða Mjólkarvirkið kom - og er enn í Hoyvík.

Drekkivatnstrotið í Tórshavn tá setti síni mørk fyri nakrari hjálp haðani fyri vatnveiting til Hoyvíkar. Og tí varð fyrsta uppdragið at kanna gjølla um nýggj hóskandi vatnveiting kundi útvegast í Hoyvíkshaganum.

Úrslitið varð, at vatnbyrging varð byrgd millum Gilja við reinsiverki inni á Flat og felags kloakkreinsiverkum á Mýruni og niðast í Hoydølum. Tríggjar stórar byggibúningar, og fyrsta eigarafelagið í landinum, funnu sín form.

Tá var gott at liva, virka og vera ungur.

Seinni komu vit báðir Petur at samstarva mong ár á Plandeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Har lunnar blivu lagdir undir flestu býarskipanir og byggisamtyktir kring landið. Hetta av framtakshugi Mikkjal Helmsdals fyri at takka. 

Eins og at brunatrygdarskipan og brunalóggáva komu fyri seg. Í hesum brunatekniska frambroti átti Petur ein høvuðsleiklut. Petur fylti so nógv, har ið hann var.

Brunaumsjón Landsins var sett á stovn í 1986, fyrstu árini sum ein deild hjá Landsverkfrøðinginum. Seinni sum egin stovnur við Petur á Lava sum stjóra.

Sum tíðin tó broytir alt. Danska byggifelagið E. Pihl & Søn er farið í søguna við alla við Søren Langvad. Landsverkfrøðingurin sum stovnur er ikki til meir.

Tveir samverkamenn á deildini, Karl Simonsen og Hans Kristian Mikkelsen, fóru fyri árum síðani. Og Mikkjal Helmsdal, okkara markanti stovnsleiðari, gavst á stovninum í 1988 og andaðist á sumri 1996. Og nú fór Petur eisini.

Petur var næstyngstur av fimm brøðrum í Tungugøtu: Asbjørn, Kartni, Vagnar, Petur og Heri. Nú er bara tann elsti eftir. Foreldur teirra vóru Hanna, ættað úr Neslíð, Vágur, og Jóan Pauli á Lava. Hendinga heiðursfólk bæði tvey.

Petur var ein góður vinur og samstarvsfelagi. Lættur at umgangast. Hann hevði sín lut í tí “góðsliga/besnissaða” purringar-lagnum millum Lavafólkini  og Kákafólkini (forrestin í familju, bæði). Hetta lagið var ofta frammi á gøtuhornum ella inni á Kondittarínum hjá Egili Restorff  - ikki minst.

Petur var eisini upptikin av teim tyngru spurningum lívsins, og tú kundi síggja hann av og á seta eksistensiellar/ átrúnaðarligar spurningar í “Kristiligt Dagblad”. Hann hevði álit á Honum, sum øllum ræður, og áhuga fyri skaparverksins margfaldi og ómetaliga umhvørvi – Petur helti seg ikki til ta fjaru tilvild, sum sigst vera upphav als skapnings. Fann hana ófatiliga.

Petur’sa hugsanarháttur og evni høvdu fleiri løg. Hann var góður teknikari og teknari, dugdi hittinorðaður at orða seg alment, og hann hevði ein lættan penn.

Fyri 2-3 árum síðani fór heilsan hjá Peturi rættiliga at bila, og hetta gjørdist ein long mótbrekka fyri hann, og ikki minst fyri góðu familju hansara, Sólvu og børn teirra: Ernst, Jógvan og Eivi. Men tryggur skipaði hann fyri síni jarðarferð.

Petur tók eisini lut í kønari ráðgeving í brunamálum heimanífrá - heilt til tað seinasta.

Fullsett var í Ebenezer og fjølmikið sangkór av brunamonnum sang við hetta høvið, sum ein heiður og tøkk fyri samstarv teirra millum.

Petur kendi tað vera ein framíhjárætt at vaksa upp á Ingutrøð, har ið persónmenskur sum Ingálvur av Reyni, Andrew W. Sloan o.o. settu sín dám - fyri lívið - á tann stóra barnaflokkin, ið tá baldist í Lucas Debesargøtu, hesin hópur sum nú er spjaddur um allar geilar.

Friður veri við hesum orðum um samstarvsfelagan og vinmannin Petur á Lava.

Arnstein Niclasen

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo