Leygardagin 18. aug. var so fjørðurin hjá fyrrverandi politikkaranum Jacob Lindenskov rógvin. Hann andaðist á Boðanesheiminum 85 ára gamal. Nakrar fáar dagar frammanundan andaðist ein annar navnframur politikkari, og tað má vera heldur sjáldsamt, at tveir fyrrverandi tingmenn standa undir børu um somu tíð.
Fyrst vóru boðini eftir tjóðveldismanninum Heina O. Heinesen úr Kunoy, og nú vóru so boð eftir javnaðarmanninum Jacob Lindenskov úr Havn.
Jacob Lindenskov var føddur í Havn í 1933. Hann var sonur Biritu og Edvard Lindenskov. Jacob taldist millum tað nýggja og unga ættarliðið av javnaðarfólki, sum tók við, tá slóðararnir og stovnararnir av Javnaðarflokkinum vóru komnir nakað til árs.
Longu 25 ára gamal í 1958 varð Jacob valdur fyrstu ferð inn á ting, og røkti hann ymisk politisk álitisstørv fyri flokkin í samfull 36 ár. So mong ár í tænastu fyri eina politiska hugsjón, ber boð um ein mann, sum ongantíð hevur ivast um sítt politiska kjølfesti, og sum tí hevur vunnið sær álit millum manna, og sum flokkurin hevur havt álit á.
1958 var eitt sermerkt ár fyri Javnaðarflokkin, tí til hetta løgtingsvalið fekk flokkurin heili 8 umboð vald á ting, og ein av hesum og nógv tann yngsti var Jacob Lindenskov. Hetta var valið, tá flokkurin hevði fólkapensjónina í síni valskrá, og tá landsstýrið seinni varð skipað við P. M. Dam sum løgmanni, varð fólkapensjónin samtykt. Og tann seinasti á lívi av teimum, sum samtyktu nógv umrøddu fólkapensjónina, var Jacob Lindenskov.
Tað er lítið at ivast í, at floksleiðslan hevði stórt álit á hesum ungu fólkunum, sum nú stuðlaðu flokkinum, tí longu í 1957 setti flokkurin Villa Sørensen og Jacob Lindenskov sum blaðstjórar á Sosialinum. Hetta starv røktu Villi og Jacob, til teir báðir gjørdist landsstýrismenn í 1968, tá Dammurin doyði, og landsstýrið varð umskipað.
Jacob umboðaði Javnaðarflokkin á Føroya Løgtingi frá 1958 til 1966, og frá 1970 til 1990 undantikið drúgva skeiðið, hann var landsstýrismaður. Hann var aftur á tingi frá 1992 til 94 sum varamaður. Hann sat sum løgtingsformaður árini frá 1984 til 87. Hesi mongu ár sum valt umboð á tingi vísir greitt, at Jacob hevur havt trúgva og sterka undirtøku millum veljararnar í valdøminum, sum var Suðurstreymoy.
Var hann ungur, tá hann kom á ting fyrstu ferð, so var hann framvegis ungur, bert 35 ára gamal, tá flokkurin heitti á hann um at gerast umboð floksins í landsstýrinum. Hetta starv røkti hann í fleiri samgongum og sat øll árini frá 1968 og fram til 1979 sum landsstýrismaður.
Fyrstu árini við Kristjani Djurhuus sum løgmanni og síðan øll árini í 70´unum við Atla Dam sum løgmanni.
Hóast rættiliga ymiskir av lyndi, so samstarvaðu Atli Dam og Jacob sera væl. Jacob var stillførur og hóvligur í allari sínari medferð, men náddi tó tey úrslit, sum hann hevði sett sær sum mál.
Serliga umsat Jacob almannamál og heilsumál í landsstýrinum. Hann var maðurin, sum tók stig til at fáa okkara egna fólk heimaftur til Føroya, sum orsaka av menningartarni og øðrum, vórðu send til Danmarkar á stovn. Hann fekk eisini tikið stig til, at vit fingu fyristingina av almannamálum á føroyskar hendur, og at Almannastovan varð sett á stovn.
Jacob umboðaði eisini flokkin í Fólkatinginum frá 1979 til 84, 1987 til 88 og frá 1990 til 93. Her gjørdi Jacob eisini eitt dygdargott arbeiði, og serliga mintist nógvir føroyingar og vóru takksamir fyri, at tað eydnaðist honum at fáa undirtøku á Fólkatingi fyri, at føroyskir sjómenn, sum høvdu siglt vandasjógv undir seinna veraldarbardaga, eisini fingu møguleika at søkja um krígspensjón.
Jacob Lindenskov var alt sítt lív sera virkin innan fráhaldsrørlsuni. Hann var virkin í Losjuni og tók saman við øðrum stig til at stovna hondbóltsfelagið Kyndil. Eisini tók Jacob saman við Inga Mohr stig til, at føroyingar fingu møguleika at fáa viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar her í Føroyum. Hetta hendi, tá teir báðir settu Heilbrigdið á stovn.
Jacob Lindenskov var útbúgvin innan skrivstovuyrkið og arbeiddi á Tryggingarsambandinum. Hann giftist við Jónu f. Jacobsen út Fuglafirði, og fingu tey trý børn Elina, Biritu og Eirik. Tykkum og tykkara sendir Javnaðarflokkurin sína djúpastu samkenslu.
Nú Jacob er farin, so drýpa vit í Javnaðarflokkinum høvur og minnast í takksemi javnaðarmannin Jacob Lindenskov fyri tað stóra arbeiðið, hann á mongum ymiskum mótum legði eftir seg fyri flokkin.
Javnaðarflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo