Nú fór so Eyolvur eisini. Hann var triðyngsti sonur Sofus Borðoy, ein kendan skipstimburmann í Klaksvík og Petrinu f. Danielsen, ættað úr Kvívík.
11 í tali, ein tættur barnaflokkur, sum tá vaks upp á Biskupsstøð, men sum árini spjaddu um land og lond. Janus búsettist í Kjøpinhavn, Magnus í Havn, Leivur í Odense, Tórur og Kirstin í Kjøpinhavn, Ausbjørg og Maria báðar giftar í Klaksvík, Bjarni og Eyolvur í Kjøpinhavn, Finnur í Norra og Brynjálvur á Norðskála.
Handverksfakið lá í ættini, og Eyolvur lærdi - eins og Leivur og Brynjálvur - til blikksmið á Fornagørður.
Lærumeistari var Erling Høgnesen, ið var ein framúr hegnigur og vitandi meistari. Á Fornagørðum var ein fjøltáttað rør- og blikksmiðja, sum nú er søga, og har vóru mangir hegnigir handverkarar sum Dánjal Dánjalson, Robert á Lakjuni, Fridtjof Joensen, brøðurnir Jákup (Blikk) Jacobsen og Karl Jákup Ósa o.fl.a. Av teim sveinunum tá er nú bara Levi í Árnafirði eftir. Hegnismenn allir, men táið tað kom til serstøk uppdrøg og avbjóðingar, tá bar Leivur av øllum, tað vóru allir samdir um.
Steinmund Klakkstein og Eyolvur vóru í læru, táið eg kom í læru í apríl 1956. Javnaldrarnir, Eyolvur og eg, komu nógv saman og gjørdust vinir fyri lívið.
Eyolvur var hjartagóður, og sum kvittan fyri at búgva heima undir lærutíðini, legði hann centralhita inn í alt húsið hjá foreldrunum, sum hann sjálvur rindaði fyri.
Tíðum arbeiddi Eyolvur uttanlands sum rørleggjarasveinur. Í 1960 kom hann at kenna Hannu M. Johansen av Strondum. Tey giftust í 1961 og fingu børnini: Lassa, Svenning og Randi. Tey bæði yngru eru búsett niðri.
Eyolvur var umgongiligheitin sjálv at samstarva við, vinsælur av lyndi og hevði neyvan nakran óvin. Hann hevði framúr vakra sangrødd, dugdi m.a. sera væl at floyta, dámdi eisini væl at purra sínar felagar – tó uttan brodd - og hevði ein serstakan humor. Einaferð t.d., hann arbeiddi tá á Skála, tá hevði ein (suðuroyingur) brent seg í essuni eitt lítið sindur í aðra hondina, og hesin dansaði í kring og gav seg illa (svidnaroykur – bæði so og so). Eyolvur klinkaði í stikkuni og floytandi sum vant við eini kings í kinnklovanum, og helt tá blídliga fyri: “Ja, góði, nú minnir tú meg ikki sørt um Hans....”. “Hvynn Hans??” gól í tí hondsbrenda kallinum (øll eri jú í slekt við onkran Hans). “Jú, Kloss-Hans!” – lat vinarliga í Eyolvi og floytaði, sum um einki var hent...(!).
Hann sang eina tíð í kórinum í Betesda, og millum teir sangir/løg tú hoyrdi hann ofta tríva í vóru eitt nú: “Ein sólin er, sum allar staðir lýsir...” (eftir Victor Danielsen) og “Eg sá hann sum barn við teim vónríku eygum...” (eftir Steingrim Niclasen).
Fyrst í 1966 á heimleið úr Grønlandi (forrestin, við brotnum beini) gisti hann sum vant hjá okkum (Annelenu, mær og Marna) í Vævergade 1. Vit mæltu honum tá til heldur at velja útbúgving enn hesi óhøgligu tíðarskeiðini uttanlands. Hann gjørdi tá skjótt av, meldaði seg inn til byggifrøðing og sendi boð eftir Hannemiu og Lassa. Har búðu tey hjá okkum eina tíð, og væl gekk, hóast plássið ikki var ovmikið. So ung hjún tá og góð vinfólk. Jú, væl bar til. Seinni búðu tey í Ryes- og Ribesgade á Eysturbrúgv, til tey ognaðu sær eini vøkur sethús í Birkerød oman móti Sjælsø.
Har komu tá eisini mong vinfólk á gátt hjá okkum í Vævergade. Tað var fyrst í apríl 1966, at Brynleif Hansen ein seinnapart kom rokaligur inn við eini hissini blýantsskitsu av nýggjum barnaleguhúsum í Vatnsoyrum til eini 100 børn. Og bað um eina tekning av bygninginum til dagin eftir - til at senda til ymsar samkomur.
So har var bara at fara undir at tekna sama kvøldið. Eyolvur hjálpti til, og hann hann fekk margfaldað tekningina á skúlanum. So dagin eftir kundi Brynleif við fer fara víðari við 30-40 eintøkum av tekningini undir arminum.
Táið Eyolvur varð liðugur at læra til byggifrøðing, fór hann at arbeiða sum VVS-verkfrøðingur bæði í Grønlandi og Danmark, og hann helt fram í hesum starvi fyri lívið og hevði drúgvan royndir við tilboðsgeving, eftirliti og arbeiðsleiðslu.
Vit vitja tey seinastu ferð seinasta summar niðri á Amager. Tey seinastu árini vóru teimum møðsom, evnini hjá honum at samskifta vóru farin, men hann eymkaði seg ongantíð, og Jonna, tey giftust í 2007, passaði hann og var so sera væl um hann allan vegin. Og tað var gott.
Og táið vit fóru undir at syngja gamlar kendar sangir saman, royndi hann at leggja mál til, hóast tað bara var ein skuggi í mun til gamlar dagar...
So fer - og friður veri við minninum um góða vini okkara, Eyolv.
Arnstein Niclasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo