Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hans Jacob í Hoygarðinum, ella Hans Jacob í Hoyriksstovu, var borin í heim 5. apríl 1926. Hann var sonur Jacobinu og Jóan Petur Skorastein, elstur av 11 systkjum. Tað eru longu nøkur ár síðan tímagløsini hjá Sámal Peturi, Anton og Elinborg runnu út. Hini systkini eru: Kata, Jona, Asta, Bjarni, Páll, Herdis og Eilif.

Fríggjakvøldið 22. mars orkaði abbi ikki meira. Dagarnir vóru taldir. Eftir 6 vikur á sjúkralegu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fór hann heim til Harran 92 ára gamal. Eftir situr 88 ára gamla Sonja-omma, ið so trúliga hevur vitjað abba og sitið hjá honum nærum hvønn einasta dag við sjúkraleguna.

Omma og abbi hava havt eitt langt og ríkt lív saman – bæði í viðgongd og í mótgongd! Tey umboða eitt gevandi ættarlið, ið kann læra okkum yngru nógv um lívið.

Tey giftust 16. okt. 1949 og manglaðu sostatt bara summarhálvuna til at náa jarnbrúdleypið hálvan oktobur. Saman áttu tey 4 synir, Jákup, Eifinnur, Bergur og Jóhan, ið hava givið teimum nógvar eftirkomarar.

Abbi var nøgdur og takksamur. Hann var raskur, røkin og nærlagdur og gekk høgt upp í at gera sítt arbeiði til lítar. Hann var av tí gamla slagnum, ið sá stórt í monnum við kropsligum arbeiði. Av og á kundu vit tosa eitt sindur um, hvat ein rættur maður er í dag í mun til fyrr? “Fyrr arbeiddu vit allan dagin, men í dag hava tey ungu bara frí,” plagdi hann at siga. Fyri abba var ein rættur maður ovastur á fjalli, kvikur at fletta, grammur at kryvja, raskur umborð, áhaldin at smíða, byggja hús o.sfr.

Abbi hevur í síni tíð arbeitt nógv. Hann var í mong ár í fiskivinnuni – fyrst sum fiskimaður og kokkur. Eftir kríggið var hann í nøkur ár við Varvasteini og seinni við August. Í 50’unum gjørdist hann vrakari. Hann vrakaði sild, feskan fisk og saltfisk. Hann hevur havt sera nógvar fiskar í sínum hondum – ein og ein skuldu teir metast og blakast í tann rætta kassan.

Hansara dugnaskapur at hagreiða fisk sást aftur í gerandisdegnum heima. Fyri at fylla frystiboksina plagdi hann at fara oman á kai-endan við tráðuni at fiska. Nakrar túrar um várið og nakrar túrar um heystið. Úrtøkan skuldi jú roknast hálvt ár fram til næstu sesong, og væl royndist hjá honum og ommu at fáa ymiskan heilsugóðan fiskamat burturúr veiðuni.

Abbi var skemtingarsamur til tað seinasta, og á krúndiamantbrúdleypsdegnum í 2014 spurdi eg abba, hvat hann og omma ótu fyri at hava so góða heilsu. Hann nevndi alskins heimagjørdar fiskarvørur - alt frá feskum fiski til turran fisk. “Men ein dag um vikuna eta vit sós – hon er til saltfiskin.” Men sjálvandi hevur kjøt eisini verið í snøgga hjallinum í bóndans húsi.

Abbi virkaði eisini sum forstandari, tá ið brúðleyp skuldi haldast í bygdini. Kjøtið skuldi kókast og berast mátti millum húsini. Tá ráddi um at fylla baljuna við koppum, tallerkum, skálum, bestikki og tí, sum har til hoyrir. Rokaða baljan skuldi so berast av tveimum vælvaksnum monnum. Sama arbeiði var at finna út av, hvør átti hvat, tá ið alt tilfarið skuldi berast út aftur til bygdarfólkið.

Abbi festi Heiðriksstovu í 1959. Í festibrævinum verður Reynatrøðin nevnd, og í 1965 keyptu omma og abbi eftirnavnið á Reynatrøð.

Í 1988 tók elsti sonurin Jákup, pápi mín, við festinum. Tá ið vit vóru á fjalli við Gamla Leirvíksvegin seinnu árini, var abbi altíð klárur at hvessa knívarnar við brýni og stáli, eftir at vit vóru komin í rætt í Kálvadali, og seyðurin skuldi roytast.

Ja, abbi gjørdi nógv fyri kundan og síni nærmastu. Í fjósinum í Heiðriksstovu, sum var bygt í 1945-46, vóru seyðir og 3 mjólkineyt. Hvønn morgun, áðrenn abbi fór til arbeiðis, skuldu kýrnar mjólkast, og mjólkin latast í spannir klárar til avheintingar hjá kundanum. Mjólkin kostaði 3 kr liturin og varð avroknað einaferð um vikuna. Abbi hevði eina kúgv til at svara útreiðslum, meðan hinar báðar vóru ætlaðar til at geva avkast. Eg minnist kuldaskápið við rimahurðini í kjallaranum. Tað var ein onnur tíð – ja, tíðin í sær sjálvum var øðrvísi.

Neytini vóru fyri okkum smádreingjum sum stórir dinosaurar. Eg minnist, tá ið tey við sínum eyðkenda lukti og ljóði skuldu leiðast út á Egg tíðliga á morgni, fyri síðan at ganga somu rutu heim aftur í fjósið á kvøldi. Neytini vóru avtikin í 1980.

Eg minnist, tá ið vit plagdu at hoyggja á Fløtugerði og Nýggjagerði, sum er beint við her, sum vit búgva.

Omma dugdi so væl at gera tað hugnaligt hjá okkum børnum í hoyna. Altíð okkurt gott ábit til børnini við saft og onkrum góðum afturvið. Hoybyrðarnar skuldu berast oman í hoyggjhúsið – tær vóru ymiskar í stødd og vekt. Fyri meg eru tær ein góð mynd upp á, at Harrin áleggur okkum ikki størri byrðar, enn vit megna at bera.

Eisini var stuttligt at fylgja við grasinum oman í Hoyriksstovu, áðrenn vit so aftur og aftur skuldu loypa niður í brunnin. Fyri okkum var alt eitt spæl, men hjá ommu og abba ráddi um at fáa alt til høldar.

Seinni umbygdi abbi fjósið. Nú er baðirúm har, sum neytini stóðu, og brunnurin og hoyggjhúsið eru tvey kømur. Vaglið hjá hønunum er nú køkur, og rúmlig stova er har, sum seyðirnir hildu til.

Ja, abbi dámdi væl at byggja og vera í gongd við okkurt. Úti á Kráartanga, tætt við rundkoyringina, stóðu tvey gomul gróthús hjá heiðriksstovumonnum. Gróthúsini vóru tikin niður, og seinni trillaði abbi grótið við trillubøru, tí nú vildi hann av sínum eintingum laða garð rundan um húsini í Heiðriksstovu og fram við Mataránni. Við eitt sindur av hagagróti afturat, má sigast, at abbi kom sera væl frá arbeiðnum.

Sera snøkt og snotuligt sum alt annað úr abbasa hond.

Eins og grótlaðingarnar eru sethúsini í Heiðriksstovu snøgg og væl røkt. Á sumri í 1969 vóru húsini lyft upp úr 2 hæddum til 3 hæddir. Eftir 26 tímum var arbeiðið liðugt.

Í 1972 keypti abbi grundina við Garðsveg oman fyri Tavuna og bygdi hana upp við íbúðum í erva og restauratión í kjallaranum. Í nøkur ár búðu mamma og pápi har í eini íbúð, og var eg sostatt sjálvur føddur á hotellinum hjá abba á Laðangarði í 1974. 

Abbi var eisini húsligur. Hann var altíð klárur at hjálpa til heima – eisini í tíðum, tá ið meira var brúk fyri at taka hond í - t.d. tá ið dreingirnir vóru smáir.

Hann var ein góður kokkur umborð sum heima. Hinvegin var sera trupult at kappast við ommu, ið væl dugir at venda sær í køkinum við síni kviku hond. Altíð klár at baka og bjóða ein heitan drekkamunn við kleynum, vaflum ella pannukøkum. Okkara dreingir minnast vafluframleiðsluna. Omma gjørdi deiggið, abbi bakaði og koyrdi í posar. Og tá var eisini gott við einum góðum sjavsi annaðhvørt áðrenn ella aftaná drekkamunnin. Av lyndi byrjaði abbi við kleyvar frúgv, meðan omma hinvegin plagar at goyma hana til seinast.

Omma og abbi hava gingið nógvar túrar eftir Gamla Leirvíksvegnum. Tey koyrdu inn við bili. Abbi sat við róðrið og hugdi eftir seyði, meðan omma sat við síðuna av og hugdi eftir vegnum. Tey  prátaðu við seyðirnar og nevndu teir við navni.

Abbi hevur altíð lisið nógv, og seinnu árini hevur hann sitið væl í bleyta stovustólinum, har hann við áhuga m.a. hevur hugt og lurtað eftir Tingvarpinum, Degi & Viku og enskum fótbólti. Hansara áhugi fyri samfelagsviðurskiftum var altíð stórur.

Tá abbi var ungur, var hann millum teir fáu í Leirvík, sum áttu bil, og bilrøktin hjá honum var altíð í hásæti. Seinasti bilurin var seldur í januar 2019.

Abbi kendi lítið til likamliga pínu á ellisárum, men 4 vikur eftir at bilurin var seldur, var hann innlagdur á KS við sterkum lungabruna. Har fekk hann góða røkt og umsorgan, og tey gjørdu nógv fyri at fáa hann á føtur aftur. Men hesin viljasterki og annars fríski leirvíkingurin við stóra L, ið var sum eitt óskrivað blað í sjúkrahúshøpi, takkaði nú fyri seg og hevði bara eittans ynski!

Við foldaðum hondum ynskti hann at sleppa heim til Harran!

Yvir eitt langt og litríkt lív og einum longum avrikslista, var nú bara eitt eftir – trúgvin á Jesus Kristus. Alt hitt var nú fánað burtur og hevði fyri so vítt ongan týdning.

Ja, øll hesi árini hava omma og abbi gingið upp á loftið í Hoyriksstovu og niður í kjallaran. Men nú hevur abbi stigið yvir á gulltrappurnar, ið føra heim til faðirhúsið.

Í Jóh. 14. 1-3 sigur Jesus: “Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvi á Gud og trúgvið á meg. Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.”

Abbi var ferðabúgvin og avkláraður og mettur av døgum. Á sjúkraleguni kundi hann vitna fyri mær, at “Jesus hevur verið trúfastur allan vegin – heilt frá barni av.”

Aftur og aftur var hansara seinasta heilsan: “Takk fyri alt. Takk fyri alt.” Eg takkaði abba somuleiðis nakrar ferðir við hesi somu heilsan: “Takk fyri alt, abbi. Vit síggjast - so ella so - antin her ella har.”

Í 1. Tess. kap. 5 vera vit mint á “at takka Gudi fyri alt í øllum førum.” Hetta er trupult at skilja, tí tað er ikki lætt at takka fyri bæði viðgongd og mótgongd í lívinum. Men eg hugsi, at abbi var nøgdur við lívið, og at hann nú á ellisárum veruliga meinti hvørt orð, tá ið hann við øllum sínum kroppi segði: “Takk fyri alt.”

“Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; tí at einki hava vit havt við okkum inn í heimin, tað er tá vituligt, at vit ikki heldur kunnu hava nakað við okkum út haðan; men tá ið vit hava føði og klæði, skulu vit vera nøgdir við tað.” (1. Tim. 6,6-8)

Eg eri glaður fyri løturnar saman við ommu og abba hesa seinastu tíðina á KS. Vit høvdu fleiri ríkar løtur saman í práti, í andakt, í bøn og bíbliulesnaði. Tað vísti seg, at tey bæði hava verið glað fyri danska sálmin, ið Luther skrivaði fyri 500 árum síðan. Ja, omma og abbi sungu við tann eina dagin, tá ið vit mannaðu okkum upp til eina lítla stovukonsert, har abbi lá.

(Fyrsta vers)                         
Nú fryde sig hver kristen mand                
og springe højt af glæde!                 
Ja, lad os alle trindt om land                 
med liv og lyst nu kvæde!                 
For Gud, så god som han er stærk,             
har gjort er herligt underværk,                 
betalt i dyre domme.                     
                            
(Seinasta vers):
Nu siger han: Kom hid til mig,
tag evigt liv til gave!
Jeg led den bitre død for dig,
at du den arv skal have;
nu er jeg din, og du er min,
min bolig skal og være din,
os skal ei fjenden skille.


Vit hesum fáu orðum yvir eitt langt lív fari eg at lýsa frið yvir minnið um Hans Jacob á Reynatrøð.

Takk fyri alt, abbi. Vit síggjast.

Signar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo