Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Ein tann kendasti vestmenningurin, Mia á Heygum, hevði sína egnu framførslu fyri Margrethu drotning, tá hon í dag vitjaði Heimið á Grønanesi, har Mia býr.

Mia, sum er 96 ár men fyllir 97 um ein lítlan mánaða, hevur svomið nógv á sjónum, og hevur altíð kent tað sum sanna heilsubót, hevur hon oftani áður greitt frá, millum annað í filminum Waves, sum ommusonurin Heiðrikur á Heygum gjørdi í 2011.

Mia svimur ikki hvønn dag longur, men av og á, og nú Margretha drotning vitjaði, gjørdi hon saman við starvsfólkunum á heiminum av, at sjálvandi skuldi hon greiða drotningini frá svimjingini, og eisini fara ein túr útí.

Og tað gjørdi hon so, sjálvt um nakað av vindi og illfýsi er í dag. Saman við henni var ommudótturin, Maria Ronnisdóttir á Heygum, sum eisini hevur tikið myndirnar, sum vit hava lagt út við loyvi frá henni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo