Neyðareggið av einum uppskoti um stuðul til privatu miðlarnar í Føroyum er tíbetur endaliga jarðað av nýggju landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (myndin). Og tað eigur hon rós fyri.
Ikki tí vit á VP ikki unna føroysku fjølmiðlunum tær bestu umstøðurnar at virka undir.
Men uppskotið hjá undanfarna landsstýrismanni í mentamálum, Bjørn Kalsø, var ein kaka bakað til tey fáu. Tey sum garteraðu mest, og hevði sostatt til endamáls at keypa landsstýrismanninum frið. Tað bygdi ikki á álitið um Betri Miðlar, sum annars var úrslit av arbeiði sum landdsstýrið sjálvt hevði biðið um. Tað setti ongi krøv til betri innihald enn tað sum longu var og, ringast av øllum, tað var í veruleikanum stuðul til gomul rakstrarár hjá fjølmiðlum, sum nógvir longu eru komnir á gravarbakkan, tí teir brúka orkuna uppá avoldaða pappírsmiðilin, ella í aðrar mátar hava gjørt óhepnar disponeringar. Kanska av dugnaloysi kanska av óeydnu bara, men soleiðis eru treytirnar nú einaferð í privata vinnulívinum.
Altso ongin framburður, ongin nýskapan og ongin møguleiki hjá nýggjum miðlum, sum brúka nýggja tøkni, at koma eitt fet longur fram á leiðini og blíva betri.
Vit á VP søgdu í okkara hoyringsskrivi, at netmiðilin er ein gáva til eitt land sum Føroyar, har smá uppløg og trupul og kostnaðarmikil útbreiðsla altíð hava verið eitt haft um beinini á siðbundnu miðlunum.
Netmiðilin kostar millum lítið og onki, og hann kann alt sum gomlu miðlarnir kunnu, eisini útvarp og sjónvarp. Og, best av øllum, hann røkkur øllum føroyingum, antin teir so sita í Hattarvík ella Hong Kong, samstundis.
Skulu almennir pengar í heila tikið brúkast til at stuðla føroysku miðlunum, so skal netmiðilin sjálvsagt ikki vera verri fyri enn aðrir.
Skattgjaldarin, sum letur stuðulin, má hava eina hóming av, at hann fær nakað afturfyri. At stuðulin ikki bara verður brúktur til so dánt at pjøssa uppá status quo og ivasamar botnlinjur hjá privatum fyritøkum, sum fáast við miðlar.
Vit nevndu møguleikan fyri einum grunni, sum privatu miðlarnir javnbjóðis kundu søkja úr til ávísar verkætlanir. Vinningurin hevði verið fjølbroyttari tilboð á føroyskum í nýggju miðlamyndini, har tilboðini eru nógv á fremmandum máli og sæð úr øðrum sjónarhorni enn okkara.
Nýggja miðlatøknin er vorðin so bílig bæði at útvega og reka, at meira kann brúkast til skapandi partin. Men tíverri hevur gongdin verið hin beint øvugta, at færri fólk skapa innihaldið í miðlunum, serliga síðani Útvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman.
Stundum verður skotið netmiðlunum í skógvarnar, ofta eisini av røttum, at teir eru merktir av lítlum sjálvstøðugum arbeiði. Hevði eitt uppskot um almennan stuðul til privatar fjølmiðlar verið rætt orðað, kundi tað verið ein kickstartari til betri føroyskar fjølmiðar í framtíðini.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo