Tað eru broytingar í Kringvarpslógini sum nú lata upp fyri møguleikanum at søkja um stuðul. Tí inntøkurnar sum koma frá lýsingum í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum skulu kunna brúkast til at veita privatum miðlum stuðul, ætlar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum.
- Serliga kann hugsast, at pengingur verður settur av til viðkomandi menningar- og útvbúgvingarendamál fyri tey, sum virka innan fjølmiðla- og samskiftiheimin, útbering av tíðindabløðum o.a, sigur landsstýriskvinnan í sínum viðmerkingum. Netmiðlar verða ikki nevndir.
Sostatt er líkt til, at nýggja landsstýrið hóast alt ætlar at stuðla blaðútbering. Men stuðul til eftirútbúgving og starvsvenjingarpláss verða eisini nevnd.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur við VP, at tað verður ásett nærri í kunngerð hvussu stuðulin skal umsitast, og tað er tí ov tíðliga enn at siga, um møguleiki verður fyri at søkja um stuðul fyri 2015.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo