Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways settu met í august, tá fleiri enn 34.500 ferðafólk flugu við rutuflogførum og tyrlum samanlagt. Tað eru átta prosent meira enn í august í fjør. Higartil í ár hava 210.400 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 194.200 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.
Stórur vøkstur í tyrluflutninginum
Í august hava tyrlurnar flogið 1.488 ferðafólk, ið er 102% fleiri enn í august í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 76 útkallingar higartil í ár, ið er meira enn alt 2015 tilsamans.
Betri reglusemi
Í august varð flogið rættstundis í 88 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Higartil í ár er flogið rættstundis í 87 prosentum av øllum fráferðum. Tað eru 3 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015. Í august eru øll flogfør farin á flog á ætlaða fráferðardegnum, og tað merkir, at reglusemið var 100 prosent.
Eitt flogfar úr flotanum
Í komandi viku fer eitt av A319- flogførunum, ið Atlantic Airways hevur langtíðarleigað, úr flotanum. Sostatt verða tað tvey flogfør, ið røkja rutuflúgvingina fram til desember mánað, tá nýggja Airbus320 flogfarið kemur til Føroya.
Sheepview
Atlantic Airways eigur ein sera virknan leiklut í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamannaland. Í summar hevur Atlantic Airways saman við Visit Faroe Islands verið við í stóra Sheepview360 átakinum, ið hevur sett sjóneykuna á Føroyar sum ferðamál. Átakið hevur skapt sera jalig afturljóð uttanlands, og mett verður, at átakið higartil hevur havt eitt marknaðarføringsvirði á meiri enn 200 mió. kr. Átakið hepnaðist sera væl, og tað er eydnast at fáa risafyritøkuna Google at kortleggja Føroyar í eini serføroyskari útgávu.
Lægsti ferðaseðlaprísur nú 699 kr.
Nýggja ferðaseðlaskipanin og broytingin í veitingini umborð komu í gildi í morgun. Bíligastu einvegis ferðaseðlarnir á Danmarkar-rutunum og NORÐ-rutunum (t.e. Reykjavík, Bergen og Edinburgh) fáast nú fyri 699 krónur. Bókast skal í seinasta lagi 60 dagar frammanundan.
SÓL (næstan) alt árið
Gran Canaria er nýtt ferðamál á hávetri við fráferðum í desember 2016 og januar 2017. Nýtt ferðamál komandi summar er Lissabon, sum saman við Barcelona, Mallorka og Kreta verður partur av SÓL-rutunum hjá Atlantic Airways. Harumframt verður hildið fram við rutuflúgvingini millum Føroyar og Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen og Edinburgh.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo