Føroyska heystveðrið er sum kunnugt fjølbroytt, tað kann bæði vera lýtt og kalt, tað kann vera stilli onkra løtuna, men sum oftast er vindur.
Í morgin verður hann eystan í ættini, upp í strúk í vindi, turt burtursæð frá heilt tíðliga á morgni tá okkurt ælstroyggj kann væntast, hitin um 9 stig og kanska onkur sólglotti mitt á degnum.
Týsdagin minkar hann sum frálíður vindin, men tað fer afturfyri at regna, serliga fyrrapartin. Landsynningur og hitin uppí 10 stig.
Mikudagin verður gott veður, gul av landsynningi, sól ein stóran part av degnum, turt og hitin 8-10 stig.
Hósdagin veksur hann vindin av suðri, á middegi er mesti vindurin, hvassur vindur ella skrið, men seinnapartin dovnar hann burtur aftur. Ælaveður, hitin 10-12 stig.
Fríggjadagin gul av ymsum ættum, tó mest lágt, ælaveður og hitin 8-10 stig.
Næsta vikuskifti verður nógvur vindur alla tíðina ímillum landsynning og útsynning, tó nógv sól eisini, serliga leygardagin, og hitin 8-12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo