Mentamálaráðið legði í síni tíð til brots at búgva fólkaskúlan til talgildu framtíðina. KT-depilin var settur á stovn, og við FirstClass skipanini fingu lærarar og næmingar egna teldupostadressu og samskiftispall. Fyrst í 2000 vóru nakrir lærarar útbúnir sum kt-vørðir at taka á seg stóru uppgávuna at menna og røkja telduútbúnaðin í skúlunum og at stuðla lærarum og næmingum í teldunýtslu sum heild. Skipað var eisini fyri at lærarar fingu útbúgving, sokallaða teldukoyrikortið. Tað sá út sum trøini vuksu inn í himmalin. Soleiðis var støðan fyri sløkum 20 árum síðani. Nú er alt bara minnir. Víst er menning farin fram á talgilda økinum í fólkaskúlanum, borin av kt-vørðunum, eldhugaðum lærarum, skúlaleiðslum og kommunum, men í Mentamálaráðnum hevur verið øskukalt. Ongin ætlan og eingin visjón. Kanska er longst sum best, men í seinastuni er Mentamálaráðið beinleiðis farið at mótarbeiða og forða fyri menning á talgilda økinum í fólkaskúlanum.
Tað er so, at kt-vørðirnir í einstøku skúlunum, sambært arbeiðstíðaravtaluni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið, fáa arbeiðstíð roknaða eftir næmingatali, læraratali og teldutali. Alt eftir skúlastødd er talan um størri ella minni part av samlaðu arbeiðstíðini hjá læraranum. Útrokningarleisturin var seinast ásettur í 2003, men mangt er broytt síðan tá. Kunningar- og samskiftisamboð eru í dag vanlig amboð í skúlanum, og ikki sum upprunaliga, tá skúlar høvdu eina “teldustovu”, har tað meir at kalla var forkunnugt at sleppa inn. Í undirvísingarhøpi er avgerandi, at amboðini virka, eru dagførd og tøk alla tíðina. Eisini skiftandi og stóra brúkaratalið setur krøv til kt-vørðin. Arbeiðsbyrðan er vaksin samsvarandi menningini. Og tá tosa vit slett ikki um avbjóðingina, á hvønn hátt vit nýta tøknina skilabest í undirvísingarhøpi. Men hóast bæði Lærarafelagið og Kt-varðafelagið ferð eftir ferð hava heitt á Mentamálaráðið um at dagføra útrokningargrundarlagið og gera eina arbeiðslýsing, so hevur Mentamálaráðnum ikki hirt at svara.
Tó í fjør ressaðist onkur í Mentamálaráðnum, tí nú eru tey í ráðnum farin at bera ótta fyri, at nakrir skúlar eru rættiliga væl útgjørdir við kunningar- og samskiftistøkni og enn verri, at um aðrir skúlar taka táttin upp, so røkkur soltna fólkaskúlajáttanin hjá Mentamálaráðnum ikki til at løna kt-vørðunum.
Í Mentamálaráðnum hava tey í nógv ár gramt seg um, at tað eru kommunurnar sum keypa og rinda kt-útgerðina, meðan Mentamálaráðið stendur eftir við rokningini fyri røkt o.a. Altso, at kommunurnar keypa kt-útgerð upp á nakkan á Mentamálaráðnum. Ivaleyst er nakað um tað, men Mentamálaráðið hevur ongantíð sett seg í samband við kommunurnar at viðgera hetta, eftir øllum at døma, ósamsvar.
Í innanhýsis skrivi til skúlaleiðslurnar í mars í ár fráboðar Mentamálaráðið, at loft er sett á, so játtanin (til kt-varðauppgávuna) í mesta lagi er í lutfallinum 1:1 millum teldutali og næmingar+lærarar. Longu skúlaárið 2016/17 vóru 9 skúlar, har teldutalið var hægri enn næminga- og læraratalið, verandi skúlaár er teir ivaleyst fleiri. Er tað so, at talið er órímuliga høgt ella er tað nátúrlig avleiðing av at næmingar og lærarar støðugt eiga at hava atgongd til talgild tól, at teldur í dag eru í ymiskum líki, og at summi tól hóska betur til summar uppgávur? Tað er í øllum føri ein magrháttliga avgerð at høgga bremsurnar í. Hinvegin er framferðin ikki óvanlig í Mentamálaráðnum. Lærarafelagið, sum avtalupartur, verður ikki kunnað, kommunurnar, sum framfúsnar dagføra skúlarnar, fáa onga fráboðan um, at nú verður teldurøktin avmarkað. Heldur ikki skúlaleiðslurnar verða eftirspurdar, men fáa hirðabræv, at so skal verða. Skúlaleiðslur kunnu raðfesta, sigur Mentamálaráðið ferð eftir ferð, men hetta tekur eingin í álvara. Niðurraðfesting er einasti møguleikin.
Sum sagt hevur Mkentamálaráðið ongan orðaðan politik fyri kunningar- og samskiftisøkið í skúlahøpi. Hóast tað hevur Mentamálaráðið strongt á at talgilda royndir og próvtøkur, og Nám, sum Mentamálaráðið varðar av, er val áleiðis at flyta undirvísingartilfar á talgilda pallin. Somuleiðis eru krøv og væntanir úr samfelagnum annars, at fólkaskúlin brynjar børn og ung til talgilda veruleikan. Hetta royna skúlar og lærarar at liva upp til. Men útbúgvingar og eftirútbúgvingar hava verið sum lundi á jólanátt, tað tykist sum Mentamálaráðið ikki vil kennast við økið. Kt-vørðirnir, sum hava gjørt og gera eitt megnararbeiði í fólkaskúlanum, eru í mun til fakið lágløntir, og arbeiðsbyrðan er ov stór í mun til tillutaðu tíðina. Seinastu kt-vørðirnir fingu útbúgvin fyrst í 2000, og hava mest sum onga eftirútbúgving fingið. Tørvurin á útbúgving innan námsfrøðiliga partin er eyðsýndur, men einki hendir.
Mentamálaráðið droymir um at útveita økið, men øll vita, at tørvur er á fólki á staðnum, og at námsfrøðiligi parturin og hvussu vit bera okkum at á netinum ikki er økið hjá annars hollum teldufyritøkum og veitarum. Lærarabakgrundin er avgerandi, og tað er trupult at seta mark, hvar tøknin endar, og námsfrøðin tekur við. Vitan um tøkniliga partin er partur av námsfrøðiliga partinum.
Eitt sindur av ráðaloysi í Mentamálaráðnum er ikki óvanligt, men at ráðið beinleiðis fer at mótarbeiða talgildingini í fólkaskúlanum við harraboðum um, at nú vilja vit ikki hava meira talgildan útbúna inn í skúlan, tað høvdu vit ikki væntað.
Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo