Havstovan: Úrslitini frá árligu felags kanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark, Íslandi og Grønlandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv er hækkað við 43% prosentum í mun til í fjør. Av tí at vísitalið í fjør minkaði niður í eina helvt, er støðið í ár lægri enn árini fram til 2020 (Mynd 1).
Síðstu fýra árini hevur makrelurin flutt seg eystureftir aftur, úr Eysturgrønlandi til einans at vera út fyri eysturlandinum í Íslandi í fjør. Í ár var makrelur aftur at síggja vestan fyri Ísland (Mynd 2).
Kanningarnar benda á, at nógvur makrelur er at finna norðarlaga í kanningarøkinum, heilt norður í Framsundið. Sera lítið av makreli var í føroyskum øki í ár.
Í Norðsjónum minkaðu nøgdirnar nakað í mun til í fjør, tá nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli var at síggja.
Vísitalið fyri norðhavssild hækkaði við knapt 20% í mun til í fjør. Tað er serliga 2016 árgangurin, 6 ára gomul sild, sum sæst í kanningunum. Hesin árgangurin er mettur at vera góður.
Vísitalið fyri svartkjaft er á sama støði sum í fjør. Nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti er at síggja víða um. Lítið er til av stórum svartkjafti.
Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðutølum frá í fjør, eru júst latin arbeiðsbólkinum WGWIDE, sum í hesum døgum ger stovnsmetingar av uppsjóvarfiski í ICES. Úrslitini av stovnsmetingunum verða tøk 30. september.
Les alla frágreiðingina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo