Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Matvøruprísirnir hækka framvegis.

Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í august 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.

Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru matvørur, ið eru dýrari. Prísvøksturin á mati er 4,5 prosent. Tað er serliga prísurin á kjøti, sum er hækkaður — vøksturin er góð 11 prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest. Prísirnir á fiski eru somuleiðis hækkaðir. 

Prísvøksturin á øðrum matvørum sum mjólk, osti, egg, frukt og øðrum matvørum hevur verið støðugur og minni enn tvey prosent seinasta árið.  

Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Kaffi er bíligari nú enn í august í 2023. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo