Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygardagin 21. mai kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju. Tað er kvinnukórið Sct. Nicolai Cantori úr Køge, sum fer at syngja. Urguleikarin í Sct Nicolai kirkju í Køge, Anne Kirstine Mathiesen stovnaði kórið í 2001 og leiðir hon kórið saman við Christina Schmidt Damm, sum eisini er urguleikari.

Í kórinum eru 20 sangarar og syngja tey til allar guðstænastur í Køge kirkju. Tey hava eisini konsertir ymsa staðni í Danmark og hava júst verið á konsertferð í Berlin, har tey sungu í Gedächtniskirkjuni og í tí Donsku kirkjuni.

Til matinéina Havnar kirkju framføra tey eina skrá við sangum skrivaðum av norðurlendskum tónasmiðjum. Skráin hevur yvirskriftina "Nordiske Glimt" og tónasmiðirnir eru millum annað Håkon Berg, Sigurbjørnsson. Danskir komponistar eru Michael Bojesen, Søs Fenger og Alberte.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo