Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

João Felix skrivaði í vikuni undir leigusáttmála við Chelsea, og hann fekk í kvøld sín fyrsta dyst fyri sigursvanda felagið úr London.

Tað er synd at siga, at debutdysturin hjá Atletico Madrid-manninum gjørdist nøkur sólskinssøga.

Chelsea var á útivølli í Premier League móti grannunum úr Fulham, og eftir at Kalidou Koulibaly hevði fingið Chelsea inn aftur í dystin í 47. minutti, fór Felix til stroks og gjørdi ikki mætari enn at fáa beinleiðis reytt kort.

Hetta hendi í 58. minutti eftir eina harða takling á Kenny Tete.

Støðan var tá 1-1, og eitt gott korter seinni legði Carlos Vinicius Fulham á odda 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Sostatt fekk lítlibeiggi úr Vesturlondon trý kærkomin stig á kontoina, og serliga fyri Willian, ið spældi fyri Chelsea í sjey ár, man sigurin hava kenst søtur. 

Sum tað ikki var nóg mikið, at hann fekk tey trý stigini í hús, so var tað eisini hann, sum skeyt tað fyrsta málið í grannauppgerðini.

Eftir dystin í kvøld er støðan í Premier League nú tann, at Chelsea liggur nummar tíggju við 25 stigum, meðan Fulham liggur á einum flottum 6. plássi við 31 stigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo