Summar Festivalurin ger nógv burtur úr undirhaldi og aktivitetum til teir yngru gestirnar á festivalinum. Silvalandið, sum heldur til í báðum ítróttarhøllunum í Klaksvík, er miðdepil hjá børnunum á festivalinum, og har ber til at royna mangt og hvat og eisini uppliva framførslur av ymsum slagi.
Maria á Lakjuni og bólkurin Kular Røtur fara at framføra í Silvalandi á Summar Festivalinum.
Fuglfjarðagentan Maria á Lakjuni hevur givið tónleik út, sum hevur verið nógv at hoyrt, og hon hevur eisini framført víðahvar seinastu árini. Hon fer at syngja sínar kendu sangir fyri gestunum í Silvalandi.
Kular Røtur hava síðani aldarsskiftið givið føroyskum børnum og familjum frálíkar barnasangir á føroyskum máli. Rakul Ró, Beinir og hini í bólkinum fara á Summar Festivalinum at spæla teir góðu, gomlu og nýggjari sangir hjá Kulum Rótum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo