Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Longu nú er greitt, at Icona Pop, Carpark North, Burhan G, Smokie, Burak Yeter, Jacob Dinesen, Danny & The Veetos og Signar í Homrum verða millum nøvnini.
Og í dag kunngera fyriskipararnir, at danska songkvinnan Maria Montell eisini fer at luttaka.

Songkvinnan Maria Montell hevur givið út 8 fløgur sum solistur og sangskrivari. Løg sum “Jeg er her for dig”, “Sådan går det hvergang”, “Svært at være gudinde”, “Kys mig op til himlen”, “Her er gude godt, at være” og “Imens hun sang (Di da di)” hava verið nógv spæld á donskum útvarpsrásum í 90’unum.

Størsta hittið hjá Maria Montell er uttan iva “Di DaDi”, tí lagið gjørdi, at Maria Montell eisini bleiv kend uttan fyri Danmark. Lagið gjørdist millum annað sera kent í Asia og tað hevur eisini verið nýtt í fleiri lýsingum fyri Elida, Pepsi, Panasonic, Kloster Beer, Autan Fresh og Aiwa.

Maria Montell hevur seinnu árini verið sera virkin sum jazz songkvinna millum annað í ”Jazz Galla” saman við Benjamin Koppel. Hon hevur ein stóra kærleika til jazz og bossa nova, og tað hoyrist serliga væl á teimum seinnu útgávunum.

Maria Montell var eitt tíðarskeið unnustan hjá Fredriki krúnprinsi, men er í dag gift við filminstruktørunum Tomas Villum Jensen.

Nú verður so møguleiki at uppliva donsku songkvinnuna á Vaglinum í Havn í summar.

Á Okkara Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Forsølan til Okkara Tórsfest 2018 hevur gingið sera væl og síðstu tíðina er so nógv selt, at forsølan er byrjað at ganga undan. Atgongumerki til Okkara Tórsfest 2018 fáast í Fast-handlunum kring landið, Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo