Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Føroyar hava fingið nýggjan russiskan heiðurskonsul. Tað er  Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency, sum hevur tikið við konslaheitinum.

Síðan fyrsti russiski konsulin, Árni Dam, fyrrverandi stjóri á Faroe Agency andaðist í í februar í ár, hevur Føroyar ikki havt ein russiskan konsul. 

Føroyar hevur sera nógv samstarv við Russland, ikki minst øll tey russisku skipini, ið vitja. Tí fegnast Maria í Akrabyrgi um, at hon nú kann halda á við  tí arbeiði, ið Faroe Agency hevur røkt í nógv ár, við at umboða og hjálpa russiskum sjófólki og herbúgvandi russum. 

Maria í Akrabyrgi hevur arbeitt við russiskum sjófólki seinastu 30 árini, fyrstu árini á Skipafelagnum, og síðani á Faroe Agency.

Maria er sera errin av valinum, ið hon varð kunnað um, av russiska sendimanninum í Danmark Vladimir Barbin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo