Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyri góðari viku síðani kom nýggj fløga á marknaðin, ið er nevnd "Tá eg hugsi um teg". Tað er 15 ára gamla fuglfjarðargentan Maria á Lakjuni, sum hevur givið út saman við pápa sínum, Eyðun.

Á fløguni eru 10 sangir, sum allir eru uppruna føroyskir - og flestallir teirra eru eisini spildurnýggir. Niclas Johannesen hevur produserað og spælir eisini sjálvur bæði guitar og keyboard á útgávuni, og tað er Óli Poulsen, sum hevur mixað og mastrað, og harafturat spælir hann eisini bass.

Leygardagin kl. 16 fer Maria at hava ókeypis útgávutiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði, har høvi verður at ogna sær eina signeraða fløgu.

Teir báðir brøðurnir og systkinabørnini hjá Mariu, Rógvi Odvørson og Bárður á Lakjuni, fara eisini eisini at framføra á tiltakinum.

Byrjað verður sum sagt kl. 16, og eisini  verður ein kaffidussur við onkrum søtum afturvið at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo