Chelsea vann 2-1 í kvøld á útivølli ímóti Malmø FF í fyrru 1/16 finaluni í Europa League.
Ross Barkley skoraði til 1-0 í 30. minutti, meðan franski framherjin Olivier Giroud økti um munin til 2-0 í 58. minutti.
Tá tíggju minuttir vóru eftir at leika av dystinum, minkaði Anders Christiansen um munin og syrgdi fyri, at eitt sindur av spenningi er undan seinnu 1/16 finaluni, sum verður á skránni um eina viku.
Chelsea stillaði við einum rættiliga sterkum liði og fór óivað eftir at avgera uppgerðina í kvøld.
Soleiðis skuldi tað tó ikki ganga, og hevur Chelsea nú nóg mikið at hugsa um ta næstu tíðina.
Mánakvøldið skal liðið leika í 1/8 finaluni í FA Cup ímóti Manchester United, komandi hóskvøld bíðar sum nevnt Malmø FF í seinnu 1/16 finaluni í Europa League, og um tíggju dagar stendur League Cup finalan ímóti Manchester City á skránni.
Tað hevði í hesum viðfangi bøtt munandi um útlitini hjá Chelsea til dystin ímóti Malmø FF komandi hóskvøld, um sviarnir høvdu noyðst at verið verjuleikaran Rasmus Bengtsson fyriuttan.
Bengtsson hevði eitt gult kort undan dystinum í kvøld og gjørdi eitt greitt fríspark, tá hann feldi Chelsea framherjan Eden Hazard í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat í seinna hálvleiki.
Tað hevði óivað verið upp á sítt pláss at givið Bengtsson eitt gult kort í hesum sambandi - og so hevði hann sum kunnugt verið leikbannaður til seinna dystin á Stamford Bridge.
Men í mun til stranga italska dómaran, sum dømdi Champions League dystin ímillum Manchester United og Paris St Germain týskvøldið, so var bulgarski dómarin í kvøld munandi lagaligari og sýtti fyri at fara niður í lumman eftir kortum.
Einki gult kort kom í dystinum í kvøld.
29 fríspørk vórðu gjørd í dystinum í kvøld (harav gjørdi Malmø FF 20 av teimum), meðan 24 fríspørk vórðu gjørd í dystinum ímillum United og PSG týskvøldið. Átta gul kort og eitt reytt kort komu í tí dystinum. Reyða kortið fekk United miðvallarin Paul Pogba í 89. minutti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo