Neistin: Í hondbólti hevur seinasti skansin – málverjin - ómetaliga stóran týdning. Tí er tað umráðandi, at skipa hondbóltsvenjing soleiðis, at eisini málverjin fær eitt bæði ítróttaligt og persónligt mennandi venjingartilboð.
Tessvegna hevur Neistin gjørt avtalu við málmansvenjaran Dejan Lacock um at venja bæði kvinnulið og mannslið Neistans, umframt at Dejan Lacock verður knýttur at ungdómsliðum Neistans sum málsmansvenjari.
Á myndini bjóðar formaður felagsins Fríði Magnussen Dejan vælkomnum í Neistan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo