Higartil hava uppsjóvarskipini fingið lítið av makreli, hóast tey hava leitað bæði í føroyskum og altjóða sjógvi.
Fiskiskapurin er so vánaligur, sum hann ikki hevur verið í fleiri ár.
Ein trupulleiki er, at skipini hvørki sleppa í íslendskan ella norskan sjógv, sigur Finnbjørn Mikkelsen, skipari á uppsjóvarskipinum Tróndi í Gøtu við Útvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo