Forsetin í palestinska sjálvstýrinum tekur nú blaðið frá munninum.
Mahmoud Abbas sigur í eini fráboðan, sum í dag er send út gjøgnum almennu, palestinsku tíðindastovuna, at "tað sum Hamas hevur gjørt ikki umboðar palestinarnar".
Samstundis hevur hann heitt á báðar partar um at leyslata allar fangar og gíslar.
Funnist hevur verið at Abbas, tí hann higartil ikki hevur viljað talað ímóti blóðugu álopunum, sum Hamas framdi ímóti Ísrael í síðstu viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo