Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag verður kalt, beint undir frostmarkinum, og okkurt kavaæl, serliga fyrrapartin.

Í morgin frískar hann vindin av norði, men tað verður spakuliga lýggjari. Turt fyri tað mesta.

Týsdagin gul av norði, turt og sólglottar, hitin um 2 stig.

Mikudagin sum frálíður frískari vindur av landsynningi og eystri, framvegis turt fyri tað mesta og hitin um 4 stig.

Hósdagin støkkur hann vesturum men minkar vindin, regn fyrrapartin, hitin um 6 stig.

Fríggjadagin ímillum landsynning og útsynning, hitin um 6 stig, sum dagurin líður frískari vindur.

Næsta vikuskifti nógvur vindur, kanska upp í storm onkra løtu, annars strúkur í vindi til hvassan vind, hitin 6 stig og regn ein stóran part av tíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo